##med2##
Víkingur stríddist væl í seinna hálvleiki, og hevði málmøguleikarnar til at javna leiðsluna HB fekk í fyrra hálvleiki, men heimaliðið tók ikki av í Sarpugerði í Norðragøtu í kvøld. Hinvegin var HB greitt omaná í fyrra hálvleiki, men tá tók útiliðið ikki av.
Víkingur - HB 1-3 (0-1)
0-1: Pætur J. Petersen (20.)
0-2: Hilmar Leon Jakobsen (79.)
1-2: Sølvi Vatnhamar br. (81.)
1-3: Mikkel Dahl (85.)
Høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Eyðun Klakstein iðrar seg: - Í seinna hálvleiki høvdu vit veruliga møguleikan at fáa nakað burturúr dystinum.
Víkingur liggur í ongamannalandi á fimta plássi við 23 stigum. Eyðun sigur, at teir í Víkingi hyggja ikki so nógv eftir stigatalvuni, men stríðast heldur við at menna liðið.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Eyðun Klakstein.
HER ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá teimum fýra málunum. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við HB-málverjan, Teitur Matras Gestsson.