Tórshavnar kommuna, Hugskotið, Fróðskaparsetur Føroya og Landssjúkrahúsið skipaðu í gjárkvøldi fyri einum tiltaki í Norðuratlantsbryggjuni fyri føroyingar, har roynt var at marknaðarføra Føroyar, so at útisetarnir flyta heim aftur.
Sum ein partur av kvøldini, so skipaði Tórshavnar kommuna fyri eini kapping, har útisetarnir kundu vinna eina flyting heim, har ferð og bingja vóru íroknað.
Tað gjørdist Eyðun Trúgvason úr Saltangará, sum vann kappingina. Eyðun lesur løgfrøði á CBS í Keypmannahavn.
- Eg havi júst latið bachelor uppgávuna inn. Hetta er fantastiskt. Eg havi altíð ætlað mær heimaftur. Og vinningurin frá Smyril Line ger bara, at henda avgerðin verður tikin rættiliga skjótt, sigur Eyðun Trúgvason sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
Seinni gjørdi hann tó greitt á Facebook, at hóast Tórshavnar kommuna handaði vinningin, so var tað eingin trygd fyri, at hann búsetist í høvuðsstaðnum.
- Nú havi eg so onga umbering fyri ikki at flyta heim! Kann tó ikki lova, at tað verður til kommununa hjá Heðini Takk fyri Tórshavnar kommuna, Hugskotið, Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið. Takk fyri eitt gott tiltak. Og sjálvandi takk fyri Smyril Line fyri vinningin, skrivaði Eyðun Trúgvason á Facebook.