Brúðarvísukappingin, sum megingfelagið hjá dansifeløgunum, Slái Ring, skrivaði út herfyri, var avgjørd í kvøld við samkomu í Miðlahúsinum.
Tað var ein trímannanevnd, sum skipaði fyri kappingini, og inn komu fimm uppskot. Trý av hesum vórðu send út til tey 16 limafeløgini at taka støðu til, og 12 av feløgunum sendu uppskotini inn aftur við sínum tilmæli.
Rasmus Joensen, formaður í Slái Ring, var væl nøgdur við bæði innkomnu uppskotini og við undirtøuna í Miðlahúsinum, har væl oman fyri 50 fólk vórðu møtt. Tað krevur nógv at yvkja eina brúðarvísu, og so er bert at vóna, at fólk taka hesar vísurnar til sín, heldur Rasmus Joensen.
Nummar trý gjørdist Elisabeth Joensen, vanliga nevnd Betty, við vísuni »Í halgubók vit lesa«, og saman við heiðrinum fylgdu eisini 5.000 krónur. Á øðrum plássi kom Regin Eikhólm við vísuni »Gevið ljóð og lýðið á« og 10.000 krónur.
Vinnarin av kappingini gjørdist Eyðun Eliasen við vísuni »Lat okkum taka saman«. Við heiðrinum fylgdu 15.000 krónur.
Eyðun Eliasen sigur sjálvur, at tað var nakað av einari tilvild, at hann yvirhøvur sendi nakað uppskot inn.
Eg fekk eina áheitan frá einum kenningi úr Havn, sum segði mær, at Slái Ring sóknaðist eftir uppskotum til brúðarvísu. Eg gekk so og hugsaði um hetta í eina tíð, og kom so eftir, at brúka lagið til Fípuna Føgru, sigur Eyðun Eliasen.
Nú er tað so upp til føroyingar at taka vísurnar til sín, tí annars er teimum ikki lív lagað.