Eyðun á Torginum

Mentamáladeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur boðið listamanninum Eyðun av Reyni,at hava listaframsýning á Torginum í Snarskivuni.
Eyðun av Reyni er ógvuliga virkin listamálari, og hevur hann havt fleiri framsýningar seinastu árini..Á framsýningini í Snarskivuni eru um 10 oljumálningar og nakar vatnlitamyndir, sum Eyðun av Reyni hevur málað seinastu tíðin. Allar myndirnar eru til sølu. Framsýningin letur upp nú hósdagin og heldur fram til síðst í mars.