Eyðun: Torførur dystur undir torførum umstøðum

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá Skála lýsa 1-2 tapið ímóti Suðringum við Stórá í Trongisvági

- Ein torførur dystur undir torførum umstøðum við nógvum vindi. Soleiðis lýsir Eyðun Klakstein 1-2 tapið ímóti Suðringum við Stórá í Trongisvági.

 

Eyðun Klakstein heldur, at ein javnleikur hevði verið eitt meira rættvíst úrslit í mun til spæl og málmøguleikar, men hann ásannar, at Suðringar vóru effektivari í dag.

 

Skála er enn á sætta plássinum, og teir á Skála ætla at stríðast fyri at varðveita sætta plássið. Eyðun Klakstein hevur vónir um, at Skála kann fáa stig ímóti kýklaktu FM-vinnarunum, HB í tí komandi heimadystinum um seks dagar.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við Eyðun Klakstein.

 

HERber til at hoyra samrøðuna FM1 hevði við Stefan Radosavljevic hjá Suðringum.