Eyðun steðgar sum altjóða dómari

Komandi uppgáva verður tann seinasta fyri Eyðun Samuelsen sum altjóða dómari

Føroyski hondbóltsdómarin, Eyðun Samuelsen, sum síðani 2005 hevur dømt altjóða hondbólt, skal í morgin døma sín seinasta altjóða dyst.

 

Eyðun Samuelsen skrivar á sínum facebook vanga, at dysturin millum Finnland og Pólland í morgin, verður hansara seinasta uppgáva sum altjóða dómari.

 

-       So eru vit farnir í gongd við fyrireikingarnar til landsdystin millum Finnland og Pólland í EM undankappingini hjá kvinnum. Hetta er samstundis eisini okkara seinasta uppgáva sum altjóða dómarapar. Tað hava verið nøkur fantastisk ár, sum byrjaði í 2005. Frá 2005-2013 saman við einum fantastiskum makkara í Andreasi F. Hansen, og síðani 2013 við íslendska Ingvari Guðjónsson, sum eg havi fingið sum vin fyri lívið.

 

-       Vil takka báðum mínum makkarum fyri at hava gjørt hetta møguligt, og eg vildi ikki verið tað fyri uttan. Og eisini mínari fantastisku konu, sum hevur stuðla mær allan vegin ígjøgnum. Uttan hana, einki upplivilsi, skrivar Eyðun Samuelsen altso á Facebook.

 

Síðani 2007 hevur Eyðun Samuelsen dømt omanfyri 70 dystir sum altjóða dómari.