Eyðun spældi Beatles fyri Kim Wilde

Eyðun Nolsøe og onnur fingu eina ógloymandi uppliving, tá Kim Wilde kom á pallin og afturum pallin, eftir at tey høvdu spælt í Rex leygarkvøldið. - Eg fekk eina uppliving, sum eg ongantíð gloymi og tað er gott at uppliva, at kend fólk kunnu varðveita jarðarsambandið, sigur Eyðun Nolsøe


Kim Wilde og Byran Rice hugnaðu sær í býarlívinum í Havn, eftir at ódnarveður forðaði teimum í at fara á pall á Summarfestivalinum.

Tey vóru sera hørm um hetta, men høvdu eitt stuttligt kvøld í Havn.

Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen skuldu eisini framføra, men fingu ístaðin pláss á pallinum í Rex leygarkvøldið. Hetta fegnaðust teir um, tí teir høvdu glett seg at sleppa at framføra saman.

Og lítið varnaðust teir, at hetta skuldi gerast eitt kvøld, ið teir seint skuldu gloyma.


Kim Wilde á vitjan

Eyðun, Terji, Kim og Arnold (á bassi) spældu í Rex, men knappliga byrjar teskan um, at okkurt skal henda í steðginum.

Bryan Rice, Kim Wilde og teirra manningar, høvdu hugnað sær ymsastaðni í Havnini, t.d. á Café Natúr, hetta kvøld.

- Onkur teskaði Terja okkurt, og tað lá líkasum í luftini, at okkurt spennandi skuldi henda, onkur "pausu klovn" skuldi koma. Men huglagið gjørdist alt meira spent, sigur Eyðun.

- So bleiv sagt, at Kim spældi í steðginum, og talan var ikki um Kim Hansen, greiðir Eyðun frá, og leggur afturat, at ongin var greiðir yvir, um hetta passaði.

- Vit høvdu steðg, og vit royndu at rudda sum best á pallinum, og eg syrgdi fyri, at guitarin stemmaði og at battaríið var í lagi. So kom ein dimmur útlendskur harri og tók í hondina á mær og spurdi, um hann kundi læna guitaran. Hann var sera fittur, og vit prátaðu og eg fekk at vita, at hann kom úr London. Tey høvdi glett seg til at spæla, og vóru nú í býnum og hugnaðu sær, og kundu hugsað sær at tikið nøkur fá løg, sigur Eyðun.


Kim Wilde og bongotrummur og Eyðun aftur í 80'ini

- Eg hevði glett meg at hoyra Kim Wilde. Tað vísti seg, at hóast tey hugnaðu sær, so tóku tey hetta í álvara. Og knappliga stóð Kim Wilde á palli og hetta var veruliga ein A-HA-uppliving. Hóast tað var fátæksligt við ljóðførum, so fingu tey tað at ljóða við bongotrummum, kassaguitara, bassi og klaveri. Alt kókaði við eitt, og hetta var ein løta, sum sendi meg aftur í 80'ini. Hetta var óivað flottasta framførsla, eg havi sæð í Rex. Hon spældi eini 3 løg og ein kendi seg hepnan at uppliva hesa løtuna, sigur Eyðun Nolsøe.


Eyðun spældi fyri KIm Wilde

- Vit fóru so undir okkara seinasta sett, men tað var líkasum við gummifingrum, tí tað var ringt at koma aftur, eftir at tey høvdu verið á palli.Tey stillaðu seg at lurta og tá vit spældu "Flyggi til tónleikin", vendu tey tumlarnar upp, sigur Eyðun.

- Vit pakkaðu saman, men Kim Wilde, Bryan Rice og maning vóru enn í hølinum. Tey vóru fitt, og hesar stjørnur høvdu bæði beinini á jørðini. Eg spyrji so, um tey ikki koma við afturum pallin at fáa sær eina øl, tí tað er eitt sindur ringt at vita, hvat ein skal gera við slík fólk, sigur Eyðun.

- Vit fingu kaldar øl afturum og lagið var sera gott. Høvi var at práta í sera tronga rúminum aftanfyri pallin. Beiggi Kim Wilde, sum hevur skrivað mong av hittumnum, var við og systirin var við sum kórsangari. Eg fekk sagt Kim, at eg helt hana vera í góðum formi, og hon segði mær, at nú høvdu tey verið á ferð eina tíð, men annars var sangurin og framførsla ikki nakað, ið hon fekst við alla tíðina, greiðir Eyðun frá.

- Bryan Rice, Kim Wilde, manningin og vit og James, fingu eitt gott tónleikaprát, sigur Eyðun.

- Eg fór so eftir guitaranum, tí lagið var gott, og onkur leys trumma lá í rúminum, sum onkur var byrjaður at spæla á. Eg spældi Beatles, og tað bleiv sungið við fleirrædda og skrála við, og eisini sungu vit t.d. Wonderwall hjá Oasis, og sjálvsagt kom niðurlagið minst 10 ferðir ov ofta fyri, sigur Eyðun, og dylir ikki, at hetta var ein ógloymandi løta.

- Hetta vardi kanska í eini 3 korter, og hetta var sum at vera guitarleikari í góðari veitlsu, men her vóru heimsstjørnur við, sigur Eyðun.

- So skuldu ey ragga sær heim, men nú hevði onkur sett trummusett upp úti í sjálvum hølinum, og so varð "jammað" eina løtu, og tað var stuttligt og tað svingaði við James mitt á gólvinum, og tónleikarar hjá Wilde, Rice og føroyskir tónleikarar hugnaðu sær saman, sigur Eyðun.

- Klokkan mundi vera minst 5:30, tá tey leitaðu heim, og vit sótu eftir við einari fantastiskari uppliving. Eg fekk eina uppliving, sum eg ongantíð gloymi, og tað er gott at uppliva, at kend fólk kunnu varðveita jarðarsambandið, sigur Eyðun Nolsøe

- Alt hetta kvøldið gjørdist merkisvert og alt var spontant, sigur Eyðun, og greiðir frá, at Kim Wilde og manning hennara, vóru kedd av ikki at sleppa á festivalpallin at spæla, men at tey fegin koma aftur hendavegin.

- Hetta gjørdist eitt kvøld, ið eg ongantíð gloymi, sigur Eyðun Nolsøe.