Eyðun sker kjálkar "á Grynnuni" (Rás2)

(Rás2) Hoyr samrøðuna, ið var gjørd við kjálkaskeraran, Eyðun Joensen í "Einum degi á Grynnuni"

Frágera tiltakið "Ein dagur á Grynnuni", ið er í Tórsgøtu og í Vágsbotni í Havn hevur verið í gongd síðani klokkan 10 fyrrapartin.

 

Millum tey sjálvbodnu ið hjálpa til er kendi sálarfrøðingurin, Eyðun Joensen sum hevur leiklutin sum royndur kjálkaskerari á tiltakinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hugnaliga prátið Óli G. Samuelsen gjørdi við Eyðun Joensen á Rás2 fyri løtu síðani.

 

Eyðun Joensen leggur eina við, at ein góður og væl brýndur knívur krevst til uppgávuna, tí annars er stórur vandi fyri, at ein skerir seg.