Tað er ein av kendu listarmonnunum, sum fer at sýna fram á ólavsøku.
Talan er um 22 málningar, har allir uttan ein eru málaðir í 2011 og 2012. Stóri málningurin á myndini er frá 2009.
Sagt verður um Eyðun av Reyni, at hann upplivir náttúruna innanífrá í einari tilgongd, har han umsetur málninga málið til stýrandi økir. Hann hevur alsamt søkt litríka landslagsmálningin og fínpussað teknikkin.
Miðdepilin í málningunum er bygdin út móti havinum undir teimum stóru fjøllunum, havið og skýggini. Málningarnir eru samansettir við sterkum litum og stórum pensilstrokum í einum formi, sum abstraherar frá motivinum.
Eyðun av Reyni hevur seinastu nógvu árini málað burtur av, og seinastu árini í atlierinum hjá pápa sínum. Tað er eisini har, hann um ólavsøkuna fer at hava listaframsýningina við teimum 22 málningunum, ið allir eru skaptir við íblástri frá náttúruni.
Talan verður um eina ólavsøkuframsýning burtur av. Hon letur sum nevnt upp fríggjadagin 27. Juli klokkan 16 og er opin fram til klokkan 19. Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er framsýningin opin frá klokkan 15 til klokkan 19, í atlierinum á Lützenstrøð 13.