Nú er tað greitt, at Eyðun Klakstein eisini verður høvuðsvenjari hjá KÍ í 2008, og at Trygvi Mortensen fer at halda fram sum hjálparvenjari. Fríggjakvøldið skrivaðu teir báðir undir sáttmálar saman við Aksel Johannesen, sum umboðaði KÍ.
Eyðun Klakstein gjørdist høvuðsvenjari og Trygvi Mortensen hjálparvenjari, tá ið samstarvið millum KÍ og Tony Paris helt uppat í summar. Tað hevur ljóðað, at fleiri spælarar eru á veg til Klaksvíkar fyri at styrkja um Formulaliðið hjá KÍ, men enn er einki alment komið fram um hetta.










