Eyðun og Tróndur á Skarv

Leygarkvøldið leggur føroyska vertshúsið í Keypmannahavn, Skarv pall til Eyðun Nolsøe á kassagittara og sangi og Trónd Enni á bassi og sangi.

Hvør sær, eru teir báðir kendir sum sangarar og tónleikarar. <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Ey?un Nols?e&quot;$?$end$!$Eyðun Nolsøe</st1:PersonName$?$end$!$, oddamaður í Frændum og sum einstaklingur ella saman við Terja og Tróndur Enni er ein tann besta songrøddin, ið er komin av Tvøroyri seinnu árini. <BR>Tróndur hevur spælt rættiliga nógv í ymiskum samanhangum og sum einstaklingur. Í summar hava hann og Eyðun spælt rættiliga fitt saman í Føroyum. Men grundarlagið í samstarvinum er lagt á Skarv, har teir báðir hava framført saman fýra ferð higartil í ár.