Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni fara á pubb um vikuskiftið. Teir spæla nevniliga á Pubbini á Tvøroyri fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
Teir hava spælt har javnan, men nú er rúm tíð gingin, síðani teir vitjaðu har seinast.
Teir báðir borga fyri væl spældum tónleiki, og á skránni eru vælkendar landaplágur, eins og kendir sangir uttan úr heimi eisini eiga pláss í sangskránni.
Og hvør í sínum lag eiga teir sangir, sum føroyingar flestir kenna, og helst verða hesir eisini at hoyra á Tvøroyri um vikuskiftið.