Um vikuskiftið verða Víkingadagarnir á skránni, har eitt nú Eyðun og Terji spæla til dans. Haraftrat verður stórt Vatnshow til børn og vaksin.
Víkingadagarnir eru aftur á skránni um vikuskiftið, har mangt og hvat er á skránni. Eitt nú verður stór kapping í bátahylinum, har luttakararnir kappast um at standa longst á einum flaka. Áskoðararnir sleppa at spula luttakararnir, meðan kappingin koyrir, og børnini sleppa at kasta vatnballónir.
Tann, ið klárar at standa longst á flakanum vinnur eina ferð við Atlantic Airways.
Seinni um kvøldið verður dansur við Eyðun og Terja í Tjaldinum.










