Eyðun og Terji á Tórsfest

Í dag kunnu fyriskipararnir av Tórsfest avdúka, at teir báðir hittmakaranir og trubadurkongarnir Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen við bólki verða millum mongu nøvnini, sum fara á pall á Tórsfest, leygarkvøldið 23. juli í gongugøtuni í Havn.


Tað munnu vera fá tónleikanøvn, ið megna at fáa so nógvar áskoðarar at syngja við, sum júst Eyðun og Terji, ið koma á Tórsfest við einum stórum kufferti av sangum, ið vit øll elska. Hvør í sínum lagi og saman, hava teir støðugt skapt nøkur av størstu hittunum seinastu 30 árini.


Eyðun og Terji eru garantar fyri einari góðari veitslu, óansæð um tað snýr seg um Eros, jalousi, um at fara aftur í 80’ini ella at flýggja til tónleikin. So tað verður uttan iva lív í, tá føroysku hittmakararnir fara á pall á Tórsfest, leygarkvøldið undan ólavsøku.


Umframt Eyðun & Terja er longu kunngjørt, at heimstjørnan Sean Kingston kemur hendan vegin at framføra, vælumtóktu donsku bólkarnir Carpark North og Saybia, okkara egnu Týr, Marius, MC-Hár og Punjab eisini fara á pall í gongugøtuni hetta kvøldið.