Eyðun og Terji slutta av

Tað verður stórt á Hálsi leygarkvøldið. Eitt er, at kultbólkurin Nazareth, spælir í Høllini á Hálsi. Men teir eru ikki teir einastu - rokkbólkurin Eager 2 Please hitar upp

 

Og aftan á framførsluna hjá Nazareth trína Eyðun og Terji á pall við einari stjørnumanning.

 

Afturat sær hava teir Rógva á Rógvu á trummum, Arnold Ludvig á bass og Leivur Thomsen á gittar.

 

Á skránni eru løg so sum Eros, Dansa, Flýggi til tónleikin og Hvønn Dag.