Eyðun og Terji settu lív í Vágsbø

Eyðun og Terji settu eina ferð enn lív í áskoðarafjøldina, tá teir framførdu á Vágsbøi fyri løtu síðan Eyðun og Terji eru altíð góðir. Hóast fólk fleiri ferðir hava upplivað teir á palli, so megna teir altíð at seta lív í áskoðarafjøldina við sínum eyðkendu sangum. Framførslan á Vágibøi fyri løtu síðan var einki undantak. Við kendu løgunum sum eitt nú ?Eros?, ?Hvønn Dag?, og ?Nummar? vóru fólk veruliga við, hóast ótti var fyri, at framførslan var ov tíðliga. Tað bilti tó einki.

Eyðun og Terji eru royndir tónleikarar, og sjálvandi merktist einki á teimum. Sum vanligt framførdu teir væl, og hóast røddirnar ikki eru tær somu, so syngja øll við til sangirnar. Teir kendu seg heima á pallinum, og framførlsan var lýtaleys.

Eyðun og Terji gjørdu tað eina ferð enn.