Eyðun Klakstein
Í fjør gjørdu teir sína fyrstu fløgu saman, men longu nú er næsta fløgan hjá teimum á veg.
Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen verða um mánaðarskiftið aftur fløguaktuellir. Hesaferð er talan ikki um nðtt tilfar, men eitt savn av 18 teimum bestu sangunum, sum teir báðir komponistarnir og tónleikararnir hava gjørt nógvu seinnu árini.
Eyðun Nolsøe hevur gjørt sangir til millum annað Frændur, Terja og Føstufressar og sína egnu soloútgávu. Terji Rasmussen var stóri sangskrivarin í Føstufressum og Moirae, og hann hevur eisini havt ein fingur við í spælinum hjá Frændur.
Og tá teir báðir góvu sína fløgu út stutt fyri jól í fjør, skrivaðu teir sjálvandi báðir sangir og yrkingar til fløguna.
Savna sangirnar
Nðggja fløgan fer at fáa heitið Eitt nummar og 17 onnur, og tað er 3'arin sum stendur fyri útgávuni.
- Hetta er ein roynd at savna nakrar av gomlu sangunum hjá Eyðun og Terja, sum eru rættuliga spjaddir, tá talan er um útgávur, og sum allir ikki eru til at fáa hendur á longur, sigur Høgni Zachariasen, leiðari á fløgudeildini hjá 3'aranum.
- Eyðun og Terji hava spælt saman síðani 1985, og í fjør góvu teir eina fløgu út í felag. Tí er tað rættiliga upplagt at lata teir báðir verða felags um eina savnsfløgur, heldur Høgni Zachariasen.
Sangir av útgávum hjá Frændum, Føstufressum, Moirae, B36, Amnesty og øðrum verða at finna á nðggju savnsfløguni.










