Fríggjakvøldið og leygarkvøldið fara Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen at leita sær umborð á Platform.
Dansistaðið verður karmur um dans við Eyðuni og Terji, og hesaferð hava teir allan bólkin við sær. Eyðun og Terji hava áður spælt unplugged á Platform, men hesaferð er tað við fullum bólki.
Eyðun og Terji spældu í teltinum í Kommunuskúlagarðinum ólavsøkuaftan, og tað vóru eini 1300 fólk til dansin. Sama tal var til dansin við All that Rain, sum var á sama staði kvøldið eftir.
Eyðun og Terji hava givið eina fløgu út saman, og teir hava annars samstarvað nógv. Teir spældu báðir í Frændum miðskeiðis í áttatiárunum, og síðani hava teir upptraðka saman av og á.
Seinnu árini hava teir havt meira støðugt samstarv og hava havt ein felags bólk, sum hevur spælt nokk so fitt í Føroyum og onkuntíð í Danmark, har teir eru búsitandi.










