Leygarkvøldið fara Eyðun og Terji á pall í Keypmannahavn. Leygarkvøldið 1 nov. fara Eyðun og Terji á pallin á Skarv í Keypmannahavn.
Á skránni vera kendu sangirnir, sum teir hava spælt í bólkum sum Moirae, Føstufressum, Frændum, sum einstaklingar og saman á fløguni Eyðun & Terji.
Á Skarvi siga tey, at tá Eyðun og Terji vitjaðu í fjør, var met sett við áskoðaratali. Ofta er plásstrot leygarkvøld á Skarv.
Terji Rasmussen var valdur aldarinnar tónleikari í Føroyum, síðstu øld, men enn er hann vælkoyrandi. Tá hann og Eyðun fara á pall, er nærum garanti fyri, at Skarvurin fer at kóka, og fólk fara at syngja við teimum mongu kendu hittunum, teir báðir hava smíðað.