Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen, sum í fjør góvu út fløgu saman, skuldu eftir ætlan spæla í Badmintonhøllini í Havn í kvøld.
Men hettta verður nú av ongum orsakað av misskiljingum millum høllina og tónleikararnar.
Fyri ikki at tónleikararnir, ið eru komnir bæði úr Danmark og Kanada, skulu hava ferðast til Føroya til einkis, hava Eyðun og Terji valt at spæla í Casablanca í kvøld ístaðin.
Leygarkvøldið verða teir báðir og bólkur teirra at hoyra í VB-húsinum í Vági.