Fyrrverandi altjóða hondbóltsdómarin, Eyðun Samuelsen úr Havn býr nú í einum forstaði til ídnaðarbýin, Herning í Jútlandi í Danmark.
Í Herning er kenda Jyske Bank Boxen, ið er ein av høvuðsleikvøllunum til HM í manshondbólti, ið er í Danmark og í Týsklandi í hesum døgum. Jyske Bank Boxen verður eisini leikvøllurin til bronsudystin og finaluna.
Ígjár legði Eyðun Samuelsen út á Facebook-vangan hjá sær aftaná bólkafinaluna í bólki C millum Danmark og Noreg: - Jóhan Hansen var ikki einasti føroyingur á vøllinum í Boxen í kvøld, tí Jónas og Djóni vóru eisini á vøllinum har teir stóðu og góvu ""high five" við allar spælararnar hjá Danmark og Noregi, tá teir gingu inn á vøllin










