Eyðun og Neil spæla á Café Chill

Tónleikararnir Eyðun og Neil vitja í Kollafirði leygarkvøldið. Tá vitja Eyðun og Neil á Café Chill í Kollfirði. Har hava teir vitjað áður, og hava kvøldini hepnast stak væl.

Eyðun Ásason og Neil Joensen hava seinnu mongu árini spælt sera nógv og vunnið sær royndir og status, sum ein hin best virkandi duo í landinum, og har teir fara á pall, kann eitt gott og lívligt kvøld væntast.

Eyðun og Neil spæla á Café Chill leygarkvøldið.