Frelsunarherurin hevur givið teimum leiðsluna av arbeiðinum í Suðuroy, Sandoy og Vágum frá 28. september 2003. Hølisumstøðurnar hava verið vánaligar í Vági, men 26. mars 2004 skulu nýggj hølir innvíðast. Tað hevur altíð verið nógv barna- og ungdómsarbeiði í Frelsunarherinum í Vági, tí kemur tað væl við at fáa nýggj hølir. Feltsersjantarnir Eyðun og Irena Christiansen verða innsett sum korpsleiðarar á almennum fundi sunnukvøldið 28. september 2003.