Seinast í hesum mánaðinum fara teir báðir altjóða hondbóltsdómararnir, Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen, til Nøvling Cup í Danmark. Her dømdu teir báðir eisini í fjør, men í mun til ta ferðina sleppa føroysku dómararnir alt fyri eitt at døma dystir millum sterkastu liðini. Í Danmark verður kappingin nýtt sum seinasta avpussingin hjá dómarunum undan liga-byrjanini, og tí eru hópin av topp-dómarum umframt eygleiðarar á staðnum. So tað er lítið at ivast í, at teir báðir føroysku dómararnir eisini fáa sítt at síggja til.