Nú avgjørt er, hvørji lið skulu hittast í finalunum báðum í Coca-Cola kappingini í hondbólti, hevur Hondbóltsamband Føroya gjørt, hvør ið skal døma finalurnar báðar.
Brøðurnir døma kvinnufinaluna
Tað verða teir báðir Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen, sum skulu døma mansfinaluna millum VÍF og StÍF. Teir báðir eru óivað eitt tað besta dómaraparið í landinum, og sannførandi avrikini hjá teimum í hesum kappingarárinum hava óivað gjørt sítt til, at tað eru júst teir, ið hava fingið heiðurin av at døma mansfinaluna.
Finaluna hjá kvinnunum millum Neistan og Stjørnuna fara brøðurnir Hannis og Uni Wardum at døma. Teir báðir eru royndir dómarar, og í fjør høvdu teir heiðurin av at døma mansfinaluna, sum tá stóð millum StÍF og H71.
Sum áðurnevnt verða steypafinalurnar í hondbólti spældar komandi leygardag 5. februar í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.