Eyðun og Andreas døma í Fraklandi

Leygardagin og sunnudagin skulu teir báðir føroysku altjóða hondbóltsdómararnir, Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen, døma áttandaparts finaluna í Challenge-Cup fyri kvinnur.

 

Tað eru franska Mios Biganos Bassin D'Arcachon, ið møta pólsku KSS Kielce.

 

Báðir dystirnir verða leiktir í Fraklandi, men um tað eru fíggjarligu umstøðurnar hjá póllendingum, ella um annað liðið verður mett at fara strúkandi ígøjgnum, ið er orsøkin, er óvist.

 

Í europeiskum kvinnuhondbólti er Champions League hin størsta, síðani kemur Cupwinners kappingin, so IHF-kappingin, og fjórða og minst heiðursfulla kappingin er so Challenge Cup.

 

Dystirnir verða leiktir leygardagin 2. februar og sunnudagin 3. februar.

 

Andreas F. Hansen hevur búð fimm ár í Fraklandi, og tosar tí flótandi franskt, og tað kann verða ein fyrimunur, nú dystirnir verða leiktir í Mios, ið liggur út móti Biskayavíkini.

 

Dystirnir verða leiktir í Salle »Ethienne Turpin«-høllini, sum tekur 750 áskoðarar.