Eyðun og Andreas døma í Danmark

Í hesum døgum er einasta altjóða føroyska dómaraparið í hondbólti, Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen, í Danmark, har teir skulu døma í eini stórari altjóða hondbóltskapping í Aalborg.

Talan er um sonevndu Nøvling Cup kappingina, sum er ein tann størsta kappingin av sínum slag. Kappingin er fyri bæði kvinnur og menn, og menninir eru deildir upp í seks styrkisbólkar, meðan kvinnurnar eru deildar upp í fimm styrkisbólkar.
Nøkur av heimsins sterkastu hondbóltsliðum eru við í kappingini. Nevnast kunnu eitt nú donsku Kolding, Skjern og AaB, norska Haslum og svenska Drott hjá monnum, meðan kvinnukappingin hevur so sterk lið sum Viborg HK, Ikast Bording, Leipzig úr Týsklandi og norska Larvik.

Døma í Gigantium
Kappingin fór av bakkastokki fríggjadagin, og kappast verður til og við sunnudagin, tá ið seinastu dystirnir verða leiktir. Tá ið vit tosaðu við Eyðun Samuelsen fríggjamorgunin, greiddi hann okkum frá, at teir skulu døma tilsaman sjey dystir. Teir báðir føroysku dómararnir skulu fyrst og fremst døma í triðbesta bólkinum.
Eyðun greiddi frá, at kappingin er so mikið umfatandi, at kappast verður í fleiri enn tíggju hallum í og uttan fyri Aalborg. Føroyska dómaraparið skal millum annað døma í kendu høllini Gigantium, sum er ein tann størsta og snotuligasta høllin í Danmark, og har sum ein av DM-finalunum hjá kvinnum millum Aalborg DH og Slagelse bleiv spæld farna kappingarár.

Eisini føroysk lið taka lut
Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen verða tó ikki einastu føroysku luttakararnir í kappingini. Tey bæði føroysku U21-landsliðini eru eisini við, og tey royna næstniðastu styrkisbólkunum hjá kvinnum og monnum.
Kvinnuunglingarnir eru í bólki saman við norska Avaldsness og donsku liðunum Dall/Ferslev og Rækker Mølle KFUM, meðan mansunglingarnir skulu kappast við trý donsk lið, Bjerringbro FH, HEI Håndbold og Nøvling IF.