Eyðun og Andreas altjóða dómarar

Fríggjadagin fingu teir báðir hondbóltsdómararnir, Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen, at vita, at teir eru blivnir altjóða dómarar

Hondbólts-dómarar

Tað var í sambandi við venjingardystirnar hjá bæði kvinnu- og manslandsliðnum móti Íslandi herfyri, at teir báðir dómararnir vóru til eitt slag av upptøkuroynd hjá EHF, sum er europeiska hondbóltssambandið. Brøðurnir Hannis og Uni Wardum vóru eisini og royndu seg, men teir hava tó ikki frætt nakað frá EHF enn.
Sleppa at royna seg í ár
Annar av dómarunum báðum, Eyðun Samuelsen, sigur, at enn vita teir báðir ikki, hvør fyrsta altjóða uppgávan hjá teimum báðum verður.
- Enn hava vit ikki fingið at vita, hvør ið fyrsta altjóða uppgávan verður, men vit vita fyri vist, at vit sleppa at royna okkum í ár, sigur Eyðun Samuelsen.
Mest upplagt er, at teir báðir sleppa at døma ein undandyst í Europa Cup-kappingini, og um so er, verður tað helst einaferð í heyst.
Eitt hugskot var kanska, at føroyska dómaraparið slapp at royna seg í Challenge Trophy Cup kappingini, sum føroyska manslandsliðið skal taka lut í í Írlandi í heyst. Eyðun heldur, at tað hevði verið ógvuliga stuttligt at roynt seg í eini slíkari altjóða kapping. Hann heldur tí, at tað hevði verið eitt gott hugskot, um HSF vendi sær til EHF og bjóðaði teir báðar fram til at døma í kappingini.
Fer óivað at merkjast
Spurdur um teir báðir nú fara at venja meiri og øðrvísi, enn teir hava gjørt áður, sigur Eyðun Samuelsen:
- Eg vænti ikki, at vit fara at gera meiri við venjing, meðan heimliga kappingin er í gongd, men eg vænti tó, at vit fara at leggja størri dent á fysiska venjing undan kappingarbyrjan, soleiðis at vit eru so væl fyri sum gjørligt, tá ið lagt verður til brots, sigur Eyðun Samuelsen.
At teir báðir nú eru altjóða dómarar, fer uttan iva eisini at merkjast, tá ið teir døma í heimligu kappiningini.
- Fólk fara ivaleyst at hava eitt eyka vakið eyga við okkara avrik, og eg vænti, at fólk fara skjótari at finnast okkum, sigur Eyðun.
Málkunnleikin eisini umráðandi
Teir báðir, Eyðun og Andreas, hava fingið at vita, at tað gekk sera væl hjá teimum í teoretisku royndini í sambandi við at gerast altjóða dómarar. Men tað eru eisini aðrir faktorar, ið spæla inn. Millum annað heldur Eyðun, at tað hevur stóran týdning, at man málsliga er væl fyri. Her er serliga Andreas væl fyri, tí hann tosar flótandi enskt, týskt og franskt. Harumframt klára teir báðir seg eisini væl á teimum skandinavisku málunum.
Teir báðir hava eisini nógv ár fyri sær sum altjóða dómarar, tí aldursmarkið innan hondbóltsdøming er 50 ár, og Andreas, ið er tann eldri av teimum báðum, er einans 38 ár.