Eyðun Nolsøe vitjar á Rás2

Tónleikarin Eyðun Nolsøe verður gestur í morgunsendingini á Rás2 mikudagin. Eisini verður tosað við tónleikara í rockbólkinum Nazareth, sum spælir í Føroyum um vikuskiftið Síðani 1990 hevur Eyðun Nolsøe havt bústað í Danmark, men nú flytir kendi tónleikari heimaftur til Føroya at búgva. Mikudagin vitjar Eyðun Nosløe morgunsendingina á Rás2, og prátað verður við hann um at skriva løg, um at fáa íblástur úr gerandisdegnum, um at ganga við posti í Danmark, og hvat hann heldur um samfelagið, sum hann nú skal flyta heimaftur til.

 

Eisini verður ringt til tónleikara í skotska rockbólkinum Nazareth, sum spælir konsert í Føroyuum leygarkvøldið. Møguleiki verður eisini at vinna atgongumerki til konsertina.

 

Umframt hetta verður eisini tosað við tveir mans, sum fara til Moskva at hyggja eftir størsta fótbóltsdystinum í Europa í ár, og rithøvundur, sum hevur greiðar meiningar um føroyskan mentanpolitikk, vitjar í sendingini.

 

Morgunsendingin á Rás2 er í luftin frá 9.05 til 12.00