Hittmakarin Eyðun Nolsøe hevur í dag givið nýggja fløga út. Hetta er onnur solofløgan hjá Eyðuni Nolsøe, eftir at hann í nógv ár skrivaði og spældi sínar sangir í Frændum.
- Eg havi skrivað sangirnar á nýggju útgávuni leypandi. Onkrir sangir eru skrivaðir til hesa útgávuna, meðan aðrir sangir eru eitt sindur eldri. Tann elsti sangurin á útgávuni er 19 ára gamal. Við hvørt liggur okkurt og bíðar leingi, áðrenn tað verður gjørt heilt liðugt, sigur Eyðun Nolsøe.
Fyrra solofløgan hjá Eyðuni Nolsøe kom út í 1996, men síðani hevur hann eisini givið tónleik út saman við Terja Rasmussen.
- Tað eru liðin meira enn 10 ár, síðani eg gav fyrstu solofløguna hjá mær, so nú er tað eitt sindur upp á tíðina, at eg gevi eina nýggja fløgu út, sigur Eyðun.
10 nýggir sangir
Á fløguni So Nógvar Røddir eru 10 nýggj føroysk løg, sum Eyðun hevur skrivað. Eina lagið er gjørt í samstarvi við Terja Rasmussen.
Eyðun hevur arbeitt við fløguni síðani januar 2006 saman við Hans Poulsen, sum hevur produserað tónleikin. Tónleikarnir á útgávuni eru Hans Poulsen, Eyðun Nolsøe, Óli Poulsen, James Olsen, Jákup Zachariassen, Pætur við Keldu, Hans Petur í Brekkunum og Tróndur Enni.
Í sambandi við útgávuna fer Eyðun Nolsøe Band á konsertferð í apríl og mai mánaði, og tá verða sangirnir av nýggju útgávuni spældir live. Talan er um konsert og dans í Føroyahúsinum 28. apríl, konsert í Norðurlandahúsinum 5. mai, konsert í Atlantis í Klaksvík 11. maj og konsert/dans í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 12. mai.
Tað ber eisini til at hoyra tveir sangir av fløguni á myspace profilinum hjá Eyðuni, sum er at finna á www.myspace.com/eydunnolsoe.










