Eyðun Nolsøe vann sangskrivarakappingina FSF

Eyðun Nolsøe gjørdist vinnari av sangskrivarakappingini hjá FSF við sanginum »Saman mót sigrinum«. Dómsnevndin var samd um, at lagið hjá Eyðuni var tað besta, ið innkomið var.

 

Eyðun Nolsøe eigur bæði orð og lag, og hann spælir eisini øll ljóðførini á innspælda lagnum.

 

Lagið hjá Eyðun Nolsøe kann hoyrast niðanfyri.

 

Lagið hjá Hera Nolsøe, »Koyrið á mínir landsmenn«, gjørdist nummar tvey.

 

Tónleikararnir, sum innspældu sangin, eru: Karl Martin Samuelsen, sang og kór; Mikkjal Hvannastein, guitar; Magni Husgaard, keyboard; Jógvan Fróði Baldvinsson, bass guitar. Sangurin "Koyrið á mínir landsmenn" kann hoyrast niðanfyri.

 

Tað er Hans Erik Danielsen, ið hevur sett myndir til kykmyndirnar. Hann arbeiðir sum videomaður fyri A-landsliðið og U21-landsliðið.