Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen í Roynhøllini

Leygarkvøldið spæla Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen í Roynhøllini í Hvalba.

 

Hesir tríggir mugu teljast millum teir best umtóktu tónleikararnar, sum eru í Føroyum. Ímillum sín eiga teir eina stóra samling av fólkakærum løgum, sum áhoyrarar kunnu njóta gott av. Eitt nú kunnu áhoyrarar vænta at hoyra Eros, 80’ini og Maria, umframt eina rúgvu av kendum føroyskum løgum, sum hesir tríggir hava gjørt.

 

Tiltakið verður í Roynhøllini í Hvalba komandi leygarkvøld, og aftrat tí livandi tónleikinum verður eisini tónleikur at hoyra frá DJ-Ice.

 

Fyrireikarar siga, at bussar koyra í samband við konsertina, og heita á fólk um at seta seg í samband við busssjaførarnar á MP Bussar tlf.226566 og Ludvig/Poulsen Bussar tlf.239550.

 

Hesum boða fyrireikarar frá í dag.