Eyðun Nolsøe spælir nýggjar sangir live

Leygarkvøldið hevur Eyðun Nolsøe útgávukonsert í Norðurlandahúsinum. Hann fer at spæla sangirnar av nýggju útgávu sínari

Konsertin verður leygarkvøldið kl. 20.00, og Eyðun Nolsøe fer at spæla saman við sínum vanliga bólki, sum er mannaður við Rógva á Rógvu, Arnold Ludvig, Leivi Thomsen og Pæturi við Keldu.

 

Harafturat verða Rókur Jákupsson og Dánjal á Neystabø gestatónleikarar á konsertini.

 

Eyðun Nolsøe gav í farna mánaði út fløguna So Nógvar Røddir, og tað verða fyrst og fremst sangirnir av hesar útgávuni, sum Eyðun fer at spæla live á konsertini.