Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni á pubbini

Fríggjakvøldið verður lagt upp til eitt stuttligt kvøld við spurnarkapping og góðum tónleiki á pubbini. Vanliga er pubbquiz 14. hvønn dag á pubbini á Tvøroyri. Tó verður lagt upp til eyka quiz í samband við páskini.

 

Tískil verður páskaquiz fríggjakvøldið 2. apríl kl. 23.15, har Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni eisini fara at undirhalda.

 

Kostnaður er 50 kr.