Eyðun Nolsøe gevur út nýggja fløgu

Longu fyri einum ári síðan bar Planet.fo tíðindini, at Eyðun Nolsøe arbeiddi við nýggjari fløgu. Leygarkvøldið 28. apríl verður útgávukonsert í Føroyahúsinum í Keypmannahavn Nýggja fløgan hjá Eyðun Nólsøe kemur í handlarnar í næstum, og fyrstu livandi tónarnir frá hesi fløguni verða spældir í Føroyahúsinum. Konsertin verður ein sitikonsert, og føroyska stjørnuskotið, Høgni Lisberg fer at hita upp.

 

Eyðun hevur eitt gott orkestur við sær, Leivur Thomsen á gittar, Arnold Ludvig á bassi, Rógva á Rógvu á trummum, Pætur við Keldu á klaver og kórrødd og stjóranum í Føroyahúsinum Hans Petur í Brekkunum á saksofon.

 

Bólkurin er júst nú í venjingarlegu, so hann verður væltrimmaður, tá teir seks trína á pallin í Føroyahúsinum .

 

Eftir konsertina verður dansur og eisini her spælur Eyðun Nólsøe Band. Forsølan byrjar í Føroyahúsinum í dag, avmarkað atgongd er til konsertina.