Eyðun Nolsøe frumframførir í Føroyahúsinum

Eyðun Nolsøe byrjar sína útgávukonsertferð leygarkvøldið í Føroyahúsinum, og sambært Hans Petur í Brekkunum, leiðara gongur forsølan av atgongumerkjum væl. Í Føroyahúsinum gera tey sera nógv burturúr hesum kvøldinum. Stórt ljóð og ljósannlegg verður leigað til tiltakið, og leiðarin lovar at hetta kvøldið verður nakað heilt seligt.

 

?So nógvar røddir?, er heitið á nýggju fløguni hjá hjá Eyðun Nólsøe, og at Eyðun hevur valt Føroyahúsið til fyrsta staðið har livandi tónarnir frá hesi fløguni verða framførdir boðar frá nýggjum og spennandi tíðum í Føroyahúsinum.

 

Konsertin, ið byrjar kl. 21.00 er ein sitikonsert, og Høgni Lisberg hitar upp. Høgni hevur fingið sera nógvan undanvind í Danmark seinasta hálva árið, og hevur á biografkonsertum og Atlantic Music Event í Reykjavík og Føroyum víst, at hann er í toppformi.

 

Eftir konsertina verður dansur har Eyðun Nólsøe Band spælir.

 

Atgongumerki kunnu keypast í forsølu í Føroyahúsinum. Avmarkað atgongd er til konsertina, ið byrjar kl.21.00.