Eyðun Nolsøe bjóðar nýggjar sangir

Hittmakarin Eyðun Nolsøe hevur lagt tveir sangir frá sínari komandi útgávu á netið. Heitislagið So Nógvar Røddir er annað lagið, sum nú kann hoyrast á netinum

Í vár kemur Eyðun Nolsøe við nýggjari solofløgu, men longu nú ber til at hoyra tveir av sangunum, ið eru at finna á nýggju útgávuni.

 

Eyðun Nolsøe hevur nevniliga lagt sangirnar Hálvgum Tólv og So Nógvar Røddir á sína nýggju Myspace-síðu.

 

Sangin So Nógvar Røddir framførdi Eyðun á Prix Føroyar finaluni í 2005, meðan hin sangurin ikki hevur verið stórvegis spældur alment áður. Nú ber til at hoyra báðar sangirnar í nýggjum studioupptøkum.

 

Sangirnir kunnu hoyrast við at vitja adressuna www.myspace.com/eydunnolsoe