Fríggjakvøldið og leygarkvøldið spælir fløguaktuelli Eyðun Nolsøe í Rex, skrivar byin.fo Eyðun Nolsøe Band kemur aftur til Føroya hetta vikuskiftið at spæla í Rex.
Eyðun Nolsøe gav herfyri eina nýggja fløgu út. Hon nevnist ?So nógvar røddir? og hevur selt væl í Føroyum. Væntandi verða fleiri av nýggju løgunum at hoyra í Rex hesi bæði kvøldini, sum eru startskotið til eitt summar við nógvum spælingum frá føroyska veteraninum innan føroyskan tónleik.
Umframt hetta vikuskiftið fer Eyðun at hava seks framførslur í Rex komandi mánaðirnar. Harumframt spælir hann á Ovastevnu, á Summarfestivalinum og í Føroyahúsinum.
Tíðindaskriv