Eyðun Nolsøe Band á Skarv

Leygarkvøldið fer Eyðun Nolsøe við bólki sínum at framføra nýtt og gott gamalt á Skarvinum í Keypmannahavn Teir eru Eyðun Nolsøe á guitari og sangi, Pætur við Keldu á tangentum og sangi, Arnold Ludvig á Bassi og Rógvi á Rógvi á Trummum.

 

Skarv væntar nógv fólk hettar kvøld,tí ymiskt hendir hetta kvøld í býarlívinum, m.a. savnast yvir 50 ung lesandi til felagssang áðrenn Skarv letur upp.

Nýggja fløgan hjá Eyðuni Nolsøe er ein hin mest spælda í Útvarpinum seinastu tíðina og hon fekk eisini góð ummæli.

Eyðun Nolsøe eigur mangar sangir, ið eru vorðnir fólkaogn seinastu 15-20 árini.