Eyðun Nolsøe & The Dreams í Keypmannahavn

Komandi leygarkvøld verður livandi tónleikur tvinni støð í Keypmannahavn. Í Føroyahúsinum spælir Eyðun Nolsøe og á Skarv spæla The Dreams.

Tónleikur

Føroyahúsið leggur fyri við góðum blandaðum tónleiki har Eyðun Nolsøe, Pætur við Keldu og Arnold Ludvig fara at spæla til kl 2. Úr Føroyahúsinum siga tey, at leskiligar lágprísvørur fáast til keyps og okkurt nýtt og gott lag hjá Eyðun verður spælt. Tað hevur leingi ljóðað, at Eyðun hevur eina nýggja útgávu ávegis, so hetta kann gerast heilt spennandi.
Eftir midnátt, downtown Keypmannahavn, fer Skarvurin at húsa The Dreams til tann ljósa morgun. Frá Skarvi siga tey, at seinast The Dreams vitjaðu vóru tey bilsin yvir teirra framførslu við einans trimun á pallinum, tí hýrurin á ungfólki toppaði við lívligum rokk- og punktónleiki. Hesa ferð vera teir fýra: Hans Edward Andreassen, forsangari & guitar, nýggi maðurin Heini Gilstón Corfits sang & guitar, Eirikur Gilstón, sang & bass og Heini Mortensen á trummum