Foreldrini eru Jóhan Nolsøe, kallaður Hanni ættaður úr Vági og Signild Samuelsen dóttir Guðrun og Óla Martin Samuelsen í Klaksvík. Hanni var sonur Lauru og Jóhan Nolsøe í Vági. Eyðun er sostatt av navnframari ætt sunnan úr Vági. Abbin hevði handil og reiðaravirksemi og var ein av stovnarunum av bóltfelagnum VB. Hann varð seinni av vágbingum kosin heiðurlimur í VB. Frumritið av hesum heiðursbrævi er nú í tryggari varðveitslu hjá familjuni norðuri í Vági.
Túrarnir noður til móðurættina í Klaksvík vóru mangir í barnaárunum. Serliga jólafrítíðin 1966 gjørdist minnilig. Signild avgjørdi at vera hjá foreldrum sínum, sum vóru komin nakað til árs og Eyðun og bróðurin Jógvan Leivur gjørdust harvið klaksvíkingar. Pápin Hanni arbeiddi eisini í Klaksvík. Hann doyði eftir stuttari sjúkralegu í 1981.
Eins og navnin í “Frændir” er Eyðun kendur frá tónleikalívinum. Hann er kønur guittarspælari, men kann leika á fleiri ljóðførum. Eyðun er kendur frá bólkinum Hjarnar. Lunnarnir undir tónleikalívinum vórðu óivað lagdur í barnaárunum, tá Eyðun spældi í ymiskum kjallara- og garaguorkestrum í Klaksvík. Tónleikalívið kom seinni undir meiri skipaðar umstøður hjá Hans bónda, har Eyðun spældi saman við fleiri kendum tónleikarum og ikki minst systkinabarninum Karl Martin Samuelsen.
Liðugur við 10. flokk í 1974 arbeiddi Eyðun eitt skifti á bilverkstaðnum hjá Dávur Joensen og eisini á bedingini. Í 1975 fóru Eyðun í læru í deild sjóvinnubankans í Klaksvík, har Mikkjal á Bergi var lærumeistari. Eyðun starvaðist eitt skifti í Føroya Sparikassa, men síðani 1984 hevur hann arbeitt í Norðoya Sparikassa.
Eyðun hevur mong frítíðaráhugamál. Umframt tónleik og ítrótt dámar honum væl at fara á flot, og túrarnir niðan á Klakk eru mangir.
Starvfelagar og viðskiftafólk bera Eyðuni alt gott. Hann er arbeiðssamur, skemtingarsamur, fryntligur og sera røkin á øllum økjum.
Eyðun er giftur við Mathildu ið ættað úr Fuglafirði og búgva tey undir Brúnni í Klaksvík.
Saman eiga tey synirnar Hera og Jóhan.
Vit ynskja Eyðuni hjartaliga tulluku við føðingardegnum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Starvsfelagar