Eyðun Mørkøre settur sum fyribils stjóri á TAKS

Fíggjarmálaráðið hevur í dag sett Eyðun Mørkøre, stjóra á TAKS á Hálsi, sum fyribils stjóra á TAKS. Eyðun er settur fram til 1. september 2009. Eyðun, sum seinasta árið hevur verið stjóri á TAKS á Hálsi, hevur drúgvar royndir sum leiðari, hann hevur starvast í Eik, har hann var varðaleiðari í Suðurstreymoy í fleiri ár og seinni var hann leiðari í nýggju deildini hjá Eik í Klaksvík.

Eyðun er 37 ára gamal, er ættaður úr Klaksvík, hann byrjaði sum bankanæmingur í Føroya Banka í 1992. Eftir at bankaútbúgvingin var liðug í 1994, fór hann í starv hjá Eik.