Leygarkvøldið fara nakrir av royndastu og dugnaligastu tónleikarum í landinum á útipall. Hetta hendir í Klubbagarðinum á Tvøroyri, har Eyðun Nolsøe, Kim Hansen og Terji Rasmussen fara á pallin.
Eyðun og Terji eiga hópin av landaplágum. Kim hevur eisini gjørt landaplágur, og ikki minst hevur hann lagt rødd til eina rúgvu av sangum, sum fólk hava tikið til sín. Umframt spælir dugnaligi klaversnillingurin undir á mongum av upptøkunum av føroyskum løgum, ið verða spæld umaftur og umaftur.
Teir fara á pall í Klubbagarðinum á Tvøroyri klokkan 24:00 leygarkvøldið 27. apríl.