Eyðun Joensen, skal valstríð vera undihald?

Góði Eyðun, tú ert ikki hvør sum helst, tá ið tú lyftir lokið av grýtuni. Stórur skarði av føringum – eins og eg sjálvur - lesur tínar viðmerkingar og situr undir hvørjum orði. Sum oftast sera beinrakið, men kanska ov sjálvdan aftursvar. Loyvi mær hesuferð fyri egnu rokning at senda tær alment respons.

Tíðir broytast. Sum nýliga avmynstraður stýrislimur veitst tú, at Kringvarpið tíverri hevur avmarkaðar karmar at avrikað fólkatings- og løgtingsval í sama fíggjarárið. Hetta ger, at public-service-stovnurin noyðist at hugsa nýtt - sum nakna kvinnan.
Stovnurin hevur eftir førimuni lagt til rættis, at fáa sum mest burtur úr tí, sum fíggjarkarmarnir loyva.
Á hesum sinni hevur Kringvarpið, sum eg síggi tað, lagt seg eftir at seta luppin á aktuellu samfelagsligu høvðuspurningarnar. Fyrr var frítt slag, men nú skulu valevnini fyrihalda seg til tað , sum er viðkomandi og hevur týdning fyri veljarin. Hetta hevur verið gongdin í grannalondunum, so tað kann ikki vera heilt av leið at vit flyta okkum á somu leið. Vit skulu eisini minnast til, at veljarin er frá 18 og langt upp í ellisárini. Tað er ein rættiliga breiður málbólkur og neyvan hava aldirsbólkarnir sama sjónarmið, um hvussu eitt valstríð eigur at skipast av public-service-stovninum. Tað er sjálvandi ein stór avbjóðing hjá Krinvarpinum at røkka øllum aldursbólkum.

Hesuferð hevur Kringvarpið gjørt sær tann ómak, at kunna politisku valfeløgini í rímuligar tíð, um hvussu valsendingar í útvarpi og sjónvarpi verða skipaðar. Valfeløgini ynsktu onkrar broytingar. Nøkur ynski eru gingin á møti, meðan okkurt av teimum hevur Kringvarpið ikki fíggjarliga orku til. At senda frá valfundum í sjónvarpinum kring landið er serliga dýrt.

Tað er væl møguligt, at verandi valsendingar ikki hava havt sama undirhaldsvirði sum í gomlum døgum. Nú skulu valevni greiða frá, hvørjar loysnir flokkarnir hava til mest átroðkandi spurningarnar, sum føroyska samfelagið stendur fyri. Tað eru dýrtdrivin fjølmiðlafólk, sum seta dagsskránna og eg gangi útfrá, at tú er samdur í, at tey hava innlit í, hvat hevur týdning fyri framtíðina hjá meiniga føringinum.
Krøvini til valevnini at sláa í gjøgnum í nútíðar miðlaverðini eru eisini ørvísi og helst herd. Hetta er ein avbjóðing, sum fyrst og fremst liggur á teimum, sum bjóða seg fram og flokkunum. Avbjóðingin hjá Krinvarpinum er, at valevni yvir fyri veljarunum lýsa ymsu sjónarmiðini og uppskot til loysnir til tær størstu avbjóðingarnar, sum Føroyar sum samfelag standa fyri.
Við hesum broytingunum, haldi eg, at Kringvarpið í størri mun heldur seg til public-service-skylduna, hóast, at undirhaldsvirðið møguliga er lægri. Alt til sína tíð.