Í 1964 fór hann nidur til Danmarkar at lesa sálarfrøði, og búði millum annað á studentargarðinum. 10. februar í 1973 var hann útbúgvin sálarfrøðingur. Í hesum tíðarskeidi møtti hann Karin Djurhuus, og giftust tey í 1973. Tey fingu seinni tvey børn, Rúna í 1977 og Elin í 1981.
Fyrst í 70´unum fluttu tey heim til Føroya at búgva og bygdu sær heim uppi á Ternuryggi. Tey fyrstu árini var Eyðun konsulentur á Landsjúkrahúsinum, og hann undirvísti eisini á læraraskúlanum til 1980. Tá var hann fulltíðarsettur á Landsjúkrahúsinum sum kliniskur sálarfrøðingur, og har hevur hann starvast síðan. Eyðun hevur eisini verið valdur inn í Tórshavnar Skúlaráð fyri Javnaðarflokkin, har hann sat í tvær setur frá 1975-83. Í 1976 var hann valdur til formann í Filmseftirlitinum, og sat í hesum sessi í heili 20 ár. Eyðun hevur gjøgnum tíðirnar verið ein sera umhildin undirvísari og fyrilestrarhaldari, og hevur hildið alskyns fyrilestrar fyri almenninginum kring landið og millum annað undirvíst á Fróðskaparsetrinum og á sjúkrasystraskúlanum. Eyðun hevur mong frítíðarítriv, og við hesum slappar hann av og kemur burtur frá tí annars harða arbeiðsdegnum. Hann hevur egnan bát og rør út so skjótt ein løta er. Eisini hevur hann eini summarhús uppi á ovara Ternuryggi, har hann hevur bæði dunnur og gæs, og styttir hann sær ofta stundir har uppi við til dømis at seta eplir niður o.a. 60 ára føðingardagin og 30 ára starvsdagin heldur Eyðun saman við innbodnum gestum í veitsluhølunum á Landsjúkrahúsinum 5. apríl. Hetta er samstundis eisini ein endi á hansara 30 ára langa lívstarvi sum sálarfrøðingur á Landsjúkrahúsinum, tí hann hevur nú avgjørt at leggja frá sær.









