NSÍ - KÍ 1-1 (0-1)
0-1: Henry Heinesen 26.
1-1: Debes Danielsen 90.+4.
Dómari: Páll Augustinussen
Sum 2. hálvleikur leið, hevði KÍ alt betri tak á tí, og spurningurin var harvið heldur, um tað skuldi eydnast gestunum at økja um leiðsluna, sum Henry Heinesen hevði syrgt fyri miðskeiðis í 1. hálvleiki, heldur enn at NSÍ skuldi javnað.
Fyrsta partin av kappingarárinum skoraði Klæmint A. Olsen seks mál. Ofta var tað eftir innlegg frá Árna Frederiksberg ella Andy Olsen. Uppstillingin hjá klaksvíkingum bar boð um, at tað ráddi um at tippa í borðunum. Henry Heinesen og Heðin á Lakjuni hildu vongspælarunum hjá heimaliðnum frá innleggum, og Sørmundur Kalsø tóktist hava fingið til seruppgávu at hava Klæmint í stuttum tjóðri.
Tað var eftir gott uppspæl í vinstru, har Tórur Justesen og Heðin á Lakjuni stóðu fyri, at Henry Heinesen opnaði ballið, tá ið hann á brotsteigarmarkinum sneiddi til høgru og frá Einari Tróndargjógv, ið var óheppin, tá ið hann gleið. Skotinum bilti einki, og bólturin sat í handara síðunetinum aftanfyri Andras Gango.
1-0 til KÍ og serliga í 2. hálvleiki vóru gestirnir omaná.
Tí var einki at siga til, at NSÍ venjarin Trygvi Mortensen var ovurfegin, tá ið innskifti Debes Danielsen í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, við høvdinum stýrdi bóltin í málið til 1-1, eftir at innskifti Meinhard E. Olsen hevði lagt innfyri:
– Vit eru sera fegnir um javnleikin. Hann hevur stóran moralskan týdningin, nú vit skulu inn til Gøtu. Í 1. hálvleiki høvdu vit betri tak á, men tá var KÍ vandamikið í snarálopum. Eftir steðgin bar einki til hjá okkum. Tá gyppaðu vit ov nógv fram ímóti teimum fremstu. Tað hevði KÍ verjan gott tak á, og tí eru vit fegnir um javnleikin, var viðmerkingin hjá NSÍ venjaranum.
KÍ venjarin var fattur, hóast hann var ógvuliga vónsvikin:
– Vit ætla okkum upp í toppin, og tað hevði verið hugaligt at verið topplið í kvøld. Marginalirnir vóru ikki á okkara síðu, men tað hongur væl betri saman hjá okkum, enn tað gjørdi í fjør. Tá taptu vit 4-3 her, eftir at vit høvdu verið frammanfyri 3-0. Vit høvdu ávísar trupulleikar fyrstu løtuna í kvøld – kanska spældi mótvindurin inn – men síðani bleiv tað bara betri og betri, og tað er hugaligt. Serliga í 2. hálvleiki spældu vit sum eitt topplið. Um vit halda fram við tí, so fara marginalirnir heilt víst at vera við okkum, var viðmerkingin hjá KÍ venjaranum við Løkin í Runavík leygarkvøldið.