Tað ljóðaði nakað herfyri, at Víkingur og Eyðun Klakstein tosaðu saman, og at møguleiki var fyri, at Eyðun Klakstein skuldi flyta av Skála og í Sarpugerði at vera venjari.
Nú er tað greitt, at Eyðun fer ongan veg. Tað er ikki alment enn, men tað er víst, at Eyðun Klakstein eisini i 2019 verður venjari á Skála.
Av Skála verður upplýst, at nógv teir flestu, sum í ár eru við í kappingini um plássini á besta liðnum, eisini fara at spæla næsta ár. Millum hesar sigst vera Søren B. Nielsen, sum síðani í summar hevur verið millum framrættaðu spælararnar.
Ivamálini eru Brian Jakobsen og Ahmed Mujdragic. Tað hevur ljóðað, at álopsspælarin Brian Jakobsen, sum býr í høvuðsstaðnum, er á veg til B36, men hetta er ikki váttað. Ahmed Mujdragic er leikbannaður tvey tey síðstu umførini, eftir at hann fyri tveimum vikum síðani, tá ið Skála á heimavølli tapti 1-0 ímóti HB, sá beinleiðis reytt kort, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Skála og Ahmed Mujdragic hava ikki skrivað undir sáttmála fyri næsta ár.
Skála er á sætta plássið við 26 stigum. Í morgin skal Skála spæla á útivølli ímóti AB, sum stríðist fyri lívinum í bestu deildini. Í síðsta umfari, sum verður um eina viku, eigur Skála heimavøll ímóti B36.
Umframt at vera venjari á Skála í ár hevur Eyðun Klakstein vant B36 í tvey ár. Í 2015 vunnu B36 og Eyðun Klakstein FM, og í 2016 endaði B36 á fjórða plássi. Áðrenn hann flutti til B36 var Eyðun venjari í barndómsfelagnum KÍ, ið var einasta felag, hann umboðaði sum spælari, burtursæð frá at hann í 1992 spældi ellivu dystir við ÍF.










