Eyðun Húsgarð er formaður í Havnar Svimjifelagi.
Tað er ein spennandi tíð at verða formaður í Havnar Svimjifelagi, tí sum Eyðun Húsgarð undirstrikar, so eru tað nógv stór svimjitalent í bæði teirra felagi, og kring landið.
Havnar Svimjifelag gongur høgt uppí at hava skipaðar venjingar, kostætlanir o.a. fyri hesi ungu, stóru talentini.
Nakrir av fremstu svimjarunum hjá ÍSB hava eisini verið partur av elituhópinum hjá Havnar Svimjifelagi tey seinnu árini.
Undir greinini ber til at hoyra eitt prát við Eyðun Húsgarð um virksemi og framtíðarútlitini hjá Havnar Svimjifelagi.