TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein sum sá sínar menn vinna ein góðan 2-0 heimasigur ímóti Suðringum í dag. Sigurin lyftir Skála seks stig frá niðurflytingarstrikuni.
Eyðun Klakstein fegnast um, at hansara menn svaraðu væl aftur aftaná tvey tap á rað ímóti B36 í landskappingini og í steypakappingini. Og hann fegnast eisini um at halda nullið aftur.
Eyðun Klakstein viðgongur, at dysturin millum Skála og Suðringar á Skála var í løtum ikki tann mest vælleikti dysturin, men hann heldur, at Skála hevði rættiliga gott tamarhald á dystinum í tí stóra og heila.
Komandi umfar spælir Skála ímóti 07 Vestur í Sørvági, og tað gevur góðar møguleikar at taka seg longur upp eftir stigatalvuni. Eyðun Klakstein leggur tó eina við, at tað skal arbeiðast hart fyri at fáa trý stig við sær úr Sørvági.
Samrøðan Rás2 gjørdi við Stefan Radosavljevic hjá Suðringum hoyrist HER










