Eyðun gevst á Argjahamri

Fríggjadagin seinnapart var samkoma í Skúlanum á Argjahamri fyri Eyðuni Hansen, húsavørði, sum nú hevur lagt frá sær vegna aldur. Vegna Tórshavnar býráð takkaði Annika Olsen, borgarstjóri, fyri langa og drúgva tænastu.

 

Eyðun Hansen er havnarmaður, uppvaksin í Djóna Geils gøtu. Hann lærdi hjá Einar Mikkelsen til eletrikara. Hann byrjaði hjá telefonverkinum 1. novembur 1981. Har starvaðist hann fyrst á kaðaldeildini og so á vinnudeildini, inntil hann gavst í 2004. Síðani hevur hann millum annað arbeitt í Norra sum elektrikari.

 

Hann byrjaði sum húsavørður í skúlanum á Argjum og var har í eini 4 ár, so tá skúlin byrjaði her á Hamrinum, kom hann at verða húsavørður á Argjahamri og í frítíðarskúlanum.

 

- Hann fær helst úr at gera sum pensiónistur, tá hann hevur tvey hús og svigarsonurin og dóttirin hava keypt hús á Hamrinum og summarhús á Hellunum. So her verður helst stórur tørvur á einum húsavørði, segði Annika Olsen, borgarstjóri, m.a. áðrenn hon takka fyri trúgva tænastu og handaði gávu frá kommununi.